USA jagstrar sjórænarar

USA er sinnað at standa á odda fyri bardaganum ímóti teimum somalisku sjórænarunum Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur nú, at USA er til reiðar at standa fyri bardaganum ímóti sjórænarunum, sum herja leiðirnar úti fyri eysturafrikonsku strondini.

Hon sigur eisini, at USA fer at kanna, um tað ber til at finna pengarnar hjá sjórænarunum og at leggja hald á teir.

Í danska reiðarafelagnum eru tey fegin um amerikanska tilboðið. Jan Fritz Hansen, varastjóri í reiðarafelagnum, sigur við DR, at tað hevur stóran týdning, at USA fer upp í stríðið ímóti sjórænarunum. Hann vísir á, at amerikanararnir hava fylgisveinar og aðra tøkni, sum kann vera hent í stríðnum ímóti sjórænarunum.