Harvið skerpir USA tónan, meðan tað eisini verður umhugsað, um sterkari lútur skal takast í nýtslu.
Hvítu Húsini almannakunngjørdu í gjár amerikanskar fregnarupplýsingar, meðan uppreistrarmenn í Yemen hildu fram við at leypa á í Reyða Havinum.
Iranski staturin hevur veitt houthiarunum rakettir og dronur og taktiska ráðførslu, verður sagt.
– Vit vita, at Iran er djúpt blandað upp í at leggja til rættis álopini móti handilsskipunum í Reyða Havinum, siga tey úr Hvítu Húsunum.
Eitt skip hjá Mærsk var hósdagin í síðstu viku álopið við eini rakett.
/ritzau/AFP