USA hevur lykilin

Skulu viðurskiftini millum USA og Norðurkorea fáast aftur í rættlag, eru tað amerikanararnir, sum skulu slaka. Tað sigur norðurkoreanska stjórnin, sum vil vera við, at tað er USA, sum hevur lykilin til at loysa kreppuna.

-USA eigur at vísa politiskan vilja til at broyta tann fíggindaliga sinnaða politikkin ímóti Norðurkorea, tí einans á tann hátt ber til at loysa ósemjuna, so altjóða samfelagið aftur kann kenna seg trygt, stóð í einari kunngerð frá norðurkoreansku stjórnini í gjár.

Týsdagin settust amerikanskir og norðurkoreanskir embætismenn við samráðingarborðið í Beijing í einari roynd at loysa ósemjuna um ta norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina. Ruusar hava ávarað um, at viðurskiftini á Koreanesinum eru sera spent, og at okkurt munagott má koma burtur úr samráðingunum, skal sleppast undan einari vanlukku.