USA hevur lægstu koronudeyðstøl síðani farsóttin byrjaði

Umleið 60 prosent av amerikanska fólkinum hevur fingið fyrra koppsetingarprikið, og tað hevur eftir øllum at døma riggað

Koppsetingarætlanin, sum longu er framman fyri ætlan, sær út til at hava havt ynsktu ávirkanina á handfaringina av koronufarsóttini í USA.

 

Tað vísa tøl frá landsins miðstøð fyri sjúkueftirlitið og fyribyrgin (CDC).

 

USA hevur seinstu vikuna soleiðis skrásett lægsta talið av deyðum av koronu síðani farsóttin byrjaði. Talið er 545 um dagin í miðal í sjey dagar fram til 16. mai.

 

– Síðstu ferð, talið hjá okkum í miðal var so lagt, var í mars 2020 – altso tá farsóttin byrjaði, sigur CDC stjórin Rochelle Walensky.

 

USA er væl í ferð við at koppsetið fólki.

 

Soleiðis hava umleið 60 prosent av vaksna fólkinum fingið minst eitt koppsetingarprik. Heitt verður nú eisini at restina um at lata seg koppseta.

 

– Vit eru við at vinna kríggið ímóti virusinum, og vit hava brúk fyri tykkar ahjálp til at gera arbeiðið liðugt, sigur Andy Slavitt, sum er ráðgevi hjá Hvítu Húsunum fyri handfaring av koronusmittuni.

 

/ritzau/