Sendinevnd úr USA hevur hugt at havnum í Føroyum

Í síðstu viku var eitt amerikanskt sendilið í Føroyum fyri at kanna, hvørjar føroyskar havnir eru egnaðar til teirra skip, sum skulu patruljera í Norðuratlantshavinum og Arktis

Meðan føroyingar hava kjakað seg blindar um, hvussu avgerðin um radaran á Sornfelli skal viðgerast, hava amerikumenn verið í Føroyum fyri at kanna, hvørjar føroyskar havnir eru best egnaðar at taka ímóti skipum hjá amerikanska flotanum.

 

Ein amerikansk sendinevnd við teknikarum var í síðstu viku á rundferð í Føroyum fyri at hyggja at teimum størstu havnunum her á landi. Ferðaliðið vitjaði í hvussu er havnamyndugleikarnar í Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík, vita vit.

 

Orsøkin er til hetta er, at USA vil brúka Føroyar sum eitt maritimt stuðulspunkt í Norðuratlantshavinum, sum herskip kunnu koma til fyri at skifta manning, bunkra, fáa proviant, reparatiónir ella aðrar tænastur, tá tey patruljera her um leiðir.

 

Sum Sosialurin skilir frá teimum, sum varða av havnunum í Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík, so spurdu amerikanararnir millum annað um, hvussu stórar havnirnar eru í longd og dýpi og um onnur praktisk viðurskifti.

 

Les meira í nýggjasta Sosialinum, sum kemur út í dag.

 

##med2##