USA hevur dripið tann sum framdi flotaálop

Sambært Donald Trump hevur amerikanski herurin dripið mannin aftan fyri eitt álop, sum kostaði 17 amerikonskum hermonnum lívið.

Amerikanski forsetin Donald Trump, váttar í dag, at amerikanski herurin hevur dripið ein av høvuðsmonnunum aftan fyri álopið á krígsskipið USS Cole í 2000.

 

Álopið kostaði 17 amerikonskum marinusoldátum lívið. 40 vórðu særdir.

 

Í eini fráboðan fríggjadagin segði herurin, at al-Qaeda-limurin Jamal al-Badawi var hildin at vera deyður í einum loftálopi í Yemen.

 

Í dag hevur Trump váttað tíðindini á sínum Twitter-profili, at Badawi er deyður.

 

– Mati herur okkara hevur skapt rættvísi fyri hetjur, sum vórðu dripnar og særdar í dirvisleysa álopinum á USS Cole. Vit hava júst dripið leiðarin handan álpið, Jamal al-Badawi, skrivar forsetin.

 

– Vit fara ongantíð at steðga stríðnum ímóti víðgongdum islamistiskum yvirgangi, leggur hann afturat.

 

USS Cole var á havnarvitja í Aden í Yemen 12. oktober í 2000.

 

Har framdu islamistar í einum gummibáti eitt sjálvmorðsálop við at sigla á amerikanska krígsskipið.

 

Osama bin Laden leiddi tá al-Qaeda. Men verurligi bakmaðurin handan álopið á USS Cole er Abd al-Rahim al-Nashiri sambært USA.

 

Hann hevur í mong ár sitið í gongsli á amerikabnska Guantánamo-basanum á Kuba.

 

Jamal al-Badawi, sum amerikanski herurin og Trup sipa til, varð í 2003 ákærdur av amerikanskari stórjury fyri 50 ákærupunkt. Tey umfata yvirgang, morð, herundir at hava dripið amerikanska ríkisborgarar og hermenn.

 

Hann skal hava latið fólkunum, sum framdu álopið á USS Cole, spreingieftir.

 

/ritzau/AFP

 

Álopið á USS Coe í 2000 kostaði 17 amerikonskum marinuhermonnum lívið. 40 fórðu særdir (Savnsmynd: Ho/Ritzau Scanpix)