USA hevði samband við kvettroyndina í Venesuela

Týðandi umboðsmenn fyri Bush-umsitingina hittu fleiri ferðir kvettmenninar í Venesuela, áðrenn Hugo Chavez, forseti varð koyrdur frá. Semja var um, at forsetin máti koyrast frá

Stóra amerikanska blaðið New York Times, avdúkar nú, at amerikanska stjórnin var uppi í royndini at koyra forsetan í Venesuela, Hugo Chavez, frá.
Blaðið skrivar, at umboð fyri kvettmenninar vóru í Washington og greiddu frá, at teir vóru misnøgdir við forsetan. Sambært blaðnum tók stjórnarumsitingin undir við misnøgdini, men ráddi umboðunum til at nýta lóglig amboð, ætlaðu teir at koyra Chavez úr forsetaembætinum.
Men keldur í verjumálaráðnum Pentagon hava eina lýsing av málinum.
- Vit mæltu teimum ikki frá at gera statskvett. Vit sendu tekin til Venesuela um, at okkum dámdi ikki Chavez, sigur talsmaðurin hjá Pentagon sambært New York Times. Hann avsannar kortini, at verjumálaráðið var til reiðar at hjálpa kvettmonnunum við vápnum.
Beint eftir at kvettmenninir høvdu kunngjørt, at teir høvdu koyrt Hugo Chavez frá, kunngjørdi talsmaðurin hjá Bush forseta, Ari Fleicher, at amerikanska stjórnin var fegin um, at Chavez var frákoyrdur. Hann segði, at forsetin hevði roynt at binda fólksins vilja niður, og at tað var orsøkin til, at hann nú var koyrdur frá.
Aðrar keldur hava samstundis víst á, at amerikanska stjórnin var ógvuliga skjót at boða frá, at hon styðjaði Pedro Carmona, sum varð tilnevndur forseti eftir Chavez. Ein talsmaður hjá demokratiska flokkinum sigur við New York Times, at Hvítu Húsini kunnaðu Kongressina um kvettið í Venesuela, longu áðrenn tað var greitt, hvat veruliga var hent.
Sambært New York Times var tað týðiligt, at tað kom amerikansku stjórnini illa við, at Hugo Chavez varð settur aftur í forsetaembætið sunnudagin.