USA-hermaður viðgongur hópdráp

Ein amerikanskur hermaður, sum er ákærdur fyri at hava dripið 16 afghanar í fjør, fer at játta seg sekan, so hann kann sleppa undan deyðarevsing. Tað sigur verji hansara.

Robert Bales, sersjantur í amerikanska herinum, er ákærdur fyri 16 dráp, seks drápsroyndir og sjey álop í sambandi við hópdrápi, hann framdi har suðuri í Afghanistan.

Hendingin fór fram í Kandahar-landspartinum í mars í fjør, og tað var mitt um náttina, at Bales bleiv óður í høvdinum og gjørdi um seg.

17 av ofrum hansara vóru kvinnur og børn, sum øll blivu skotin í høvdið. Skjølini í rættarmálinum vísa eisini, at hann aftaná setti eld á fleiri av líkunum.