Myndugleikarnir í amerikanska statinum Texas hava tikið tann 21 ára gamla Naser Abdo, eftir at løgreglan fann skotvápn og krút í kamarinum, sum maðurin leigaði á einum gistiungarhúsi i býnum Killeen. Naser Abdo hevur gjørt tænastu í amerikanska herinum, og herleiðslan sigur, at hann hevur viðgingið, at hann ætlaði at søkja at herstøðini í Fort Hood. Í 2009 doyðu 13 fólk í einum álopi á hesa herstøðina.
AP-tíðindastovan skrivar, at ein maður, sum arbeiðir í einum vápnahandli, boðaði løgregluni frá, at ein maður hevði keypt heldur fleiri vápn og heldur meiri lóður enn vanligt. Løgreglan vil kortini ikki vátta, at tað var Naser Abdo.










