Í USA hava fleiri statir lýst undantaksstøðu orsakað av ísakøldum luftstreymum, sum streyma inn yvir statirnar norðaneftir. Sambært veðurfrøðingum kann kuldin koma heilt niður í 53 stig, har tað verður kaldast. Talan er um einar 250 miljónir fólk í USA, sum hesa vikuna ganga ógvuliga køldum døgum á møti, harav 50 miljónir fólk fáa tað so bítandi kalt.
Tað er veðurlagsfyribrigdið ”polar vortex”, sum tað verður rópt, ið sendir ísakaldar vindar úr polarøkinum og inn yvir statirnar í USA. Statir sum Michigan, Illinois, Wisconsin, Iowa og løgið nokk eisini suðurstatirnir, Alabama og Mississippi, væntast at verða harðast raktir av kuldabylgjuni.
Tríggir teir fyrstnevndu statirnir hava longu boðað frá undantaksstøðu fyri at fyrireika íbúgvarnar til kuldan. Í Iowa hava íbúgvarnir fingið boð um at vera ansnir við at tosa og anda djúpt, tá tey eru úti, veit BBC at siga.
Væntandi er, at tað verður kaldast í Chicago, og veðurfrøðingar vænta, at kuldin her fer at koma niður í 27 stig, men orsakað av ísakøldu vindstreymunum og serstaka veðurlagsfyribrigdinum norðan eftir, fara hesi 27 kuldastigini at upplivast sum heili 53 kuldastig.
Løgreglumyndugleikarnir hava longu boðað frá trupulleikum, og fólk eru vorðin hótt við skotvápnum eftir at lata jakkan, tey vóru í, frá sær. Sagt verður, at tað serliga eru fólk, sum eru í bløðrujakka av merkinum Canada Goose, sum hava verið fyri ágangi.
John Gagan, sum starvast hjá National Weather Service, segði í gjár við NWS, at veðurlagsfyribrigdið er so sjáldsamt, at tað helst bara hendir einaferð í lívinum hjá hvørjum einstøkum. Hann ávarðar um, at tíggju minuttir uttandura kann vera nóg mikið til, at fólk fáa frostskaðar.