USA hóttir Noreg

Tað hevur vakt ans í Noregi, at amerikanski sendiharrin í Oslo hevur ávarað um, at norska mótstøðan ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak uttan ST-heimild kann fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum tey bæði londini.
Í einari røðu í Oslo mikukvøldið segði John Doyle Ong, sendiharri, at nógvir norðmenn tykjast halda, at norska mótstøðan ímóti amerikansku krígsætlanini fær ikki nakrar avleiðingar. Men tey mistaka seg, segði sendiharrin og legði afturat, at norska støðan fer at gera viðurskiftini millum USA og Noreg verri, í hvussu er eina tíð.
Norskir diplomatar søgdu í gjár, at orðalagið hjá amerikanska sendiharranum var óvanligt. Tað sama segði Jan Petersen, uttanríkisráðharri, sum tó vísti á, at tað er ikki óvanligt, at amerikanskir sendiharrar siga tað, sum sendiharrar hjá øðrum londum høvdu aftrað seg við at sagt.. Jan Petersen legði afturat, at orðini hjá sendiharranum fara ikki at ávirka støðuna hjá norsku stjórnini í Irak-málinum.