USA góðkennir Pfizer til børn

At Pfizer nú er góðkent til børn niður í fimm ára aldur, merkir, at 28 miljónir amerikansk børn nú kunnu koppsetast.

Ein kanning, sum nýliga er gjørd, vísir, at Pfizer verjir børnini rættiliga væl móti koronu.

Amerikanska heilivágseftirlitið FDA hevur nú góðkent koppingarevnið hjá Pfizer til børn, sum eru í aldrinum fimm til 11 ár.

 

Hesum boðar FDA frá í tíðindaskrivi í dag, sum eitt nú tíðindastovan NTB endurgevur.

 

At Pfizer nú er góðkent til børn niður í fimm ára aldur, merkir sambært The New York Times, at 28 miljónir amerikansk børn nú kunnu koppsetast.

 

Ein kanning, sum nýliga er almannakunngjørd, vísir, at koppingarevnið hjá Pfizer verjir børnini rættiliga væl móti koronu.

 

- Kanningin vísir nevniliga, at koppingarevnið er 90,7 prosent effektivt móti koronavirus hjá børnum úr fimm ára aldri og upp í 11 ár, veit NTB at siga.

 

 

 

 

 

Ein kanning, sum nýliga er gjørd, vísir, at Pfizer verjir børnini rættiliga væl móti koronu.