USA girðir seg inni

Amerikanska Senatið hevur samtykt at byggja ein 595 kilometrar langan múr fram við meksikanska markinum.

Múrurin røkkur bara ein part av markinum, sum er heilar 3.200 kilometrar langt, men stendur tað til Umboðsmannatingið, verður hann longri. Har hava politikararnir fyrr samtykt at gera múrin meiri enn 1.000 kilometrar langan, men sum skilst verður tað Senatið, sum fær sín vilja.

Múrurin er úrslit av drúgvum og hvøssum orðaskifti um teir nógvu meksikanararnar, sum koma um markið til USA. Í síðstu viku gjørdi George W. Bush, forseti, av at senda 6.000 mans hjá tjóðarhirðini at halda eyga við markinum, men Senatið heldur múrin vera neyðugan kortini.

Umframt múrin er ætlanin at verja markið við tyrlum og nútímans myndatólum, samstundis sum fylgisveinar skulu halda eyga við marknaleiðunum. Hvítu Húsini hava longu biðið fyritøkurnar Lockheed, Northrop Group og Raytheon um tilboð um á eftirlitið, sum sambært New York Times fer ar kosta fleiri milliardir dollarar.

Meiningakanningar vísa, at amerikanarar vilja heldur hava USA at útvega arbeiðspláss í Meksiko. 92 prosent halda, at tað hevði steðgað teimum ólógligu innflytarunum, og bara 1,2 prosent halda, at ein múrur eftir markinum fer at loysa trupulleikarnar.