USA gav skeivar upplýsingar

Ein av ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak sigur, at amerikansku myndugleikarnir góvu bæði umheiminum og vápnaeftirlitsmonnunum skeivar upplýsingar.

-Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, segði ikki sannleikan, tá hann kunnaði ST-trygdarráðið um viðurskiftini í Irak.
Tað sigur norðmaðurin Jørn Siljeholm, sum var ein av ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak. Hann sigur við Dagbladet, at tað, sum Colin Powell segði um iraksk hópoyðingarvápn, var misvísandi.
-Vit hava fingið nógvar ófullfíggjaðar og vánaligar upplýsingar frá amerikanarunum, og tað ávirkaði samstarvið. Nógv av tí, sum amerikanararnir søgdu um hópoyðingarvápn í Irak, vísti seg at vera beinleiðis ósatt, sigur Jørn Siljeholm. Spurdur, um hann heldur, at amerikanararnir beinleiðis lugu fyri vápnaeftirlitsmonnunum, svarar Jørn Siljeholm, at lygn er eitt sterkt orð at nýta, men upplýsingarnar, sum Colin Powell gav trygdarráðnum um kjarnorkuverkætlanirnar hjá irakum, vóru beinleiðis ósannar, sigur hann.
Sjálvur heldur norski vápnaeftirlitsmaðurin, at krígsavbjóðingin hjá George W. Bush var eitt slag í andlitið á vápnaeftirlitsmonnunum, og hann heldur, at grundarlagið undir amerikansku avgerðini um at leypa á er veikt. Hann ivast í, at amerikanararnir fara at finna nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Finna teir okkurt, er talan um so smáar nøgdir, at tað er eingin hernaðarlig hóttan, sigur Jørn Siljeholm, sum fór úr Bagdad fyri einari viku síðani eftir at hava verið í Irak í tríggjar mánaðir.