USA fyrireikar álop á Somalia

Amerikanska flogvápnið hevur økt rannsóknarferðirnar yvir afrikanska landinum og fyrireikar álop á støðir hjá al-Qaeda.

ÚTLAND
Fartekst

Tað er blaðið Washington Times, sum ber tíðindini um eitt ætlað amerikanskt álop á Somalia. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá keldur í verjumálaráðnum Pentagon, sum siga, at Somalia er tað næsta álopsmálið, tá bumbuálopini í Afghanistan eru av.
Sambært amerikanarum eru umleið 100 menn úr al-Qaeda sæddir í Somalia. Teir eru limir í felagsskapinum Al-Ittihad Al-Islam, sum sigst vera undir leiðslu av av somaliska ættarbólkaleiðaranum Hussein Mohammed Aideed.
Sambært Washington Post hava amerikansk, bretsk og fronsk flogfør økt rannsóknarferðirnar yvir Somalia seinastu vikuna. Uppgávan hjá flogførunum er at skráseta møgulig bumbumál, skrivar blaðið.