Amerikanska verjumálaráðið sigur, at USA fer at taka 11.000 hermenn úr Evropa teir næstu 15 mánaðirnar. Talan er um hermenn, sum nú hava støð í Týsklandi og Italia. Tvær deildir hjá flogvápninum fara eisini úr Evropa.
Verjumálaráðið sigur, at stórar sparingar á verjuøkinum eru høvuðsorsøkin til, at hermenninir verða fluttir, og ein onnur orsøk er, at politikararnir hava gjørt av at økja amerikonsku hjáveruna í Asia. Verjumálaráðið leggur dent á, at afturtøkan ávirkar ikki sambandið millum USA og tess sameindu í Evropa.
USA hevur í løtuni 81.000 hermenn í Evropa.










