USA: Flogrænari krassjaði flogfar

Tvey hernaðarflogfør eltu hann

Ein heldur óvanlig hending var orsøkin til, at eitt flogfar krassjaði nærhendis Seattle í morgun. Tað eydnaðist einum 29 ára gomlum flogmekanikara hjá flogfelagnum Horizon Air at stjala eitt tómt ferðamannaflogfar í Seattle-Tacoma flogvøllinum. Fáar minuttir eftir, at hann var komin upp frá bleiv hann eltur av tveimum F15 jetjagarum hjá amerikanska herinum, áðrenn hann krassjaði flogfarið í oynna Ketron Island út fyri Seattle. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


- Eitt starvsfólk hjá einum flogfelag framdi eina fráferð uttan loyvi og uttan ferðafólk í Sea-Tac. Flogfarið krassjaði sunnarlaga í Pugetsundinum. Vanligt virksemi er byrjað aftur í Sea-Tac flogvøllinum, skrivaði flogvøllurin í eini fráboðan á Twitter.


Tveir F15 jetjagarar eltu flogfarið, meðan flogmyndugleikarnir vóru í samband við mannin og royndu at fáa hann at lenda, áðrenn krassjið.


Enn er óvist um flogrænarin yvirlivdi vanlukkuna, men myndugleikarnir upplýsa, at talan ikki var um eitt yvirgangsálop. Enn er eisini ógreitt hvussu flogrænarin megnaði at stjala flogfarið.


Talan var um eitt flogfar av slagnum Horizon Air Q400, ið hevur pláss fyri 78 ferðafólkum.