USA fjalir fangar í Eysturevropa

Amerikanska fregnartænastan CIA fjalir loyniligar fangar í eysturevropeiskum londum

Fangar
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Amerikanska blaðið Washington Post skrivaði í gjár, at CIA hevur fjalt fangar ymsastaðni kring heimin tey seinastu fýra árini. Talan er um fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang.
Keldurnar hjá blaðnum hava greitt frá, at framferðin hjá CIA er so loynilig, at bara nakrir av teimum ovastu embætismonnunum vita, hvar fangarnir verða fjaldir. Frá sínum keldum hevur blaðið fingið at vita, at fangar verða fjaldir í eitt nú Teilandi, Afghanistan og í Eysturevropa.
Aðrastaðni er komið fram, at eitt flogfar hjá CIA millumlendi í Reykjavík tann 10. oktober, og at tað fór haðani til Budapest í Ungarn. Í Danmark hava fjølmiðlar skrivað, at flogfør hjá CIA hava flogið í donskum loftrúmi, og at tey seinni lendu í Slovakia, Ukraina, Russlandi, Pólandi, Kekkia og Ungarn. Sum skilst hevur CIA eisini havt eitt loyniligt fongsul á herstøðini í Guantanamo í Kuba, men tað verður sambært Washington Post ikki brúkt longur.
Sambært Washington Post hevur CIA sent meiri enn 100 fangar til slík loynilig fongsul, sum í fregnartænastuhøpi verða umrødd sum »svørt støð«, og umleið 30 teirra hava verið ella eru í eysturevropeiskum londum. Hinir eru fluttir til lond sum Egyptaland, Jordan, Marokko og Afghanistan, skrivar blaðið, sum eisini sigur seg vita, at CIA og Hvítu Húsini hava biðið amerikanskar politikarar spyrja sum minst um teir loyniligu fangarnar.
Washington Post heldur, at framferðin hjá CIA er ikki sambærilig við amerikanska lóg, og at hon stríðir eisini ímóti altjóða sáttmálum, sum USA hevur staðfest.