USA finst at Týsklandi og Evropa

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, finst at Týsklandi og Evropa fyri ætlanir um gassleiðingina Nord Stream II við russiskum gassi, áðrenn uttanríkisráðharrafund í Nato í dag.

– Biden forseti hevur verið ógvuliga greiðir og sagt, at hann heldur, at gassleiðingini er eitt vánaligt hugskot. Vánaligt fyri Evropa og vánaligt fyri USA, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, í Brússel, skrivar Ritzau.