Tað var í einari samrøðu við bretska sjónvarpið BBC, at Richard Holbrooke segði frá, at George W. Bush, forseti ætlar sær at fara eitt stig longur enn faðirin, sum sendi ein altjóða her at reka iraksku hermenninar úr Kuwait, men sum aftraði seg við at lata herin halda leiðina fram til Bagdad.
Richard Holbrooke vísti á, at Bush forseti hevur at kalla teir somu ráðgevar, sum faðir hansara hevði, tá hann var forseti, og at hesir ráðgevararnir hava ásannað, at tað var eitt mistak, at teir ikki mæltu forsetanum til at taka Bagdad fyri ellivu árum síðani.
- Hetta er í veruleikanum tað størsta mistakið í amerikanskum uttanríkispolitikki seinastu 20 árini, og tað vita ráðgevararnir, segði Holbrooke við BBC.
Í síðstu viku segði Colin Powell, uttanríkisráðharri, at Bush forseti er í ferð við at kanna, um USA skal fyrireika eina hernaðarliga atgerð ímóti Irak sum lið í bardaganum ímóti altjóða yvirganginum..
Richard Holbrooke, sum var ST-sendiharri hjá Bill Clinton, heldur, at Bush gjørdi eitt mistak, tá hann lýsti Iran, Irak og Norðurkorea sum eitt óndsinnað kervi.
- Tað finst einki tílíkt kervi. Tey trý londini eru ymisk. Irak er tann størsti trupulleikin, sigur fyrrverandi ST-sendiharrin.