USA: Fekk andlit av deyðum manni og fann kærleikan

- Maðurin, haðani eg fekk mítt nýggja andlit, var 48 ára gamal. Hann læt lív tveir dagar, áðrenn eg fekk mína skurðviðgerð, sigur hin 24 ára gamli.

Læknarnir siga, at transplantatiónin - ella vevnaðarflutningurin - sum maðurin, Joe DiMeos úr New Jersey í USA, hevur fingið, hevur eydnast stak væl.

 

Tað var í 2018, at 24 ára gamli, Joe DiMeo, fekk eina brenning á triðja stigi á 80 prosentum av likaminum. Hendingin fór fram, tá hann endaði í einari ferðsluvanlukku, og eldur kom í bilin.

 

Brandskaðarnir vóru ógvusligir, og umframt, at hann brendist illa, bæði um andlit og likam, misti hann eisini fleiri fingrar, sum læknarnir noyddust at taka.

 

Eftir vanlukkuna noyddist Joe DiMeo undir 20 plastik skurðviðgerðir, har roynt varð at endurskapa tað, sum var farið við eitt nú flutningi av húð og vevnaði.

 

At enda framdu læknarnir í New York í august í 2020 eina 23-tímar langa andlits-og hondtransplantatión.

 

- Eg var til reiðar til transplantatónina, tá hon stóð mær í boði. Eg vildi ikki liva, soleiðis sum eg gjørdi, segði Joe DiMeo tá við New York Post.

 

Tað var eitt lið sett saman av 140 skurðlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og stuðulsfólkum sum framdu slóðbrótandi skurðviðgerðina í august í 2020 - ein skurðviðgerð, sum bara tvær ferðir áður er roynd.

 

Ótrúliga søgan um hin 24 ára gamla, sum hevði verið við í ógvusligu ferðsluvanlukkuni, vakti uppmerksemi hjá 32 ára gomlu, Jessicu Koby úr Kalifornia, sum setti seg í samband við Joe DiMeo  á Instagram, eftir at hon hevði hoyrt søguna.

 

Í byrjanini livdu tey hvør sær, men tað gekk ikki long tíð, til Jessica Koby gjørdi av at flyta til New Jersey, soleiðis at hon tá var nærri Joe DiMeo.

 

Seinnu árini hevur parið deilt eina røð av myndum á Instagram, eitt nú eftir, at tey høvdu verið saman til ítróttartiltøk, á frítíðarstøðum - ella saman við hundum sínum.

 

Jessica Koby, ið  starvast sum sjúkrahjálpari, segði, at hon gjørdist hugtikin av viljanum, orkuni og tí bjartskygni, sum hann vísti.

 

##med2##

 

- Eg elski, at hann er so mildur, fittur og djarvur - hóast alt, hann hevur verið noyddur at farið ígjøgnum, sigur hon.

 

Í einari samrøðu, sum áður hevur verið í New York Post, segði Joe DiMeo, at hann ongantíð hevur ivast í, at hann fór at finna kærleikan, tí hann framvegis er hitt sama innara menniskja.

 

- Maðurin, haðani eg fekk mítt nýggja andlit, var 48 ára gamal, og hann læt lív tveir dagar, áðrenn eg fekk mína skurðviðgerð, sigur hin 24 ára gamli við New York Post.

 

Sjálvur sigur hann, at tað kendist einki serligt at fáa andlitið av manni, sum var næstan tvífalt so gamal, sum hann er.