Líknandi pakkar hava fyrr hesa vikuna verið sendir til Hillary Clinton, Barack Obama, John O. Brennan o.s.fr.
Hesaferð var tað matstovan hjá Robert De Niro í Tribeca, New York, sum stóð fyri skotinum. Matstovan fekk nemliga post í dag, har tað eina brævi vakti illgruna tí tað minti um postin sum millum annað Hillary Clinton hevði fingið fyrr í vikuni, hetta skrivar BBC á heimasíðu teirra í dag.
Um hesin pakkin hevur nakran líkskap ella samband til hinar pakkarnir sum onnur hava fingið, er hetta 9’indi pakki sum er sendur hesa vikuna. Øll sum hava móttiki pakkar hava tað til felags, at tey ikki eru einig í tí sum Donald Trump ger, so hildi verður at pakkarnir vera send til almennir persónar sum ikki stuðla Donald Trump.
Alt hetta gongur fyri seg nú, bert tvær vikur áðrenn miðskeiðisvalið í USA. Heldur enn at tosa um veruliga trupulleikan, vil Trump vera við at hetta hendur orsaka av “Fake News”, og at miðlarnir muga taka seg saman, og tað skjótt.
John O. Brennan, sum fekk eina bumbu sendandi á CNN Mikudagin, svarar soleiðis aftur til Donald Trump
- Steðga við at geva øðrum skyldina. Hygg í spegilin. Tín øsandi retorikkur, háðanir, lygnir og eggjan til fysiskan harðskap er vanærandi. Tak teg saman… Prøva berð teg at teg sum ein forsetisráðharri. Amerikanarir hava uppiborið nógv betur enn hetta. Annars, tín andstøða letur seg ikki verða hóttan.
Hildi verður at hetta er í samband við stríði millum demokratar og republikanarar nú miðskeiðisval nærkast, men hetta er bara spekulatión.
FBI leitar eftir møguligum fólki, sum kunna hava samband við bumbuhóttanirnar.