-Myndugleikar í USA eiga at lata donsku stjórnini
frágreiðing, eftir at nýggjar upplýsingar eru komnar fram
um møguligan fangaflutning í loftrúminum hjá
Ríkisfelagsskapinum Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann sigur:
-Upplýsingar um, at CIA hevur staðið fyri fangaflutningi í grønlendskum loftrúmi eru í gjár bornar fram í dokumentarsendingini hjá Danmarks Radio, ?CIA?s
danske forbindelse?.
Upplýsingarnar í sendingini mugu takast í størsta álvara.
Í samrøðu við danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, í dag havi eg fingið kunning um, at danska stjórnin, sum tekur málið í størsta álvara, nú fer at hyggja nærri at upplýsingunum í nevndu dokumentarsending. Stjórnin fer um neyðugt eisini at seta seg í samband við amerikanskar myndugleikar til tess at greiða ivamál sigur fólkatingsmaðurin og heldur fram:
-Tað er rætt og rímiligt, at stjórnin fær høvi at ganga ígjøgnum nýggju upplýsingarnar og at fáa svar frá amerikonskum myndugleikum. Serliga umráðandi er at tryggja, at loftrúmið hjá Ríkisfelagsskapinum, herundir føroyskt loftrúm, ikki verður brúkt til ólógligan flutning av fangum.
Sum fólkatingsmaður leggi eg stóran dent á, at loftrúmið hjá Ríkisfelagsskapinum, herundir føroyskt loftrúm, ikki verður brúkt til endamál, ið stríða ímóti fólkarættinum ella við tí fyri eyga at bróta mannarættindi sigur Edmund Joensen.