USA: Cheney stuðlar Trump

Samstundis sum hópin av leiðandi republikanarum ivast, játtar fyrrverandi varaforseti Trump sín stuðul.

Hóast fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, hevur verið serstakliga atfinningarsamur mótvegis fleirmilliarderinum, Donald Trump, so sigur hann seg nú stuðla Trump sum republikanskum forsetavalevni.

Tað er amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, ið ber hesi tíðindi.

CNN veit at siga, at Cheney skal hava sagt, at hann altíð hevur stuðlað teimum, republikanski flokkurin hevur innstillað sum forsetavalevni, og at hann tí eisini fer at stuðla Trump, verður hann innstillaður.

Alt bendir á, at so verður, tí hóast nógvir av fremstu republikanarum havast at Donald Trump og eru meira enn vanliga trekir at veita honum stuðul, er veruleikin, at einki annað forsetavalevni er, tí allir hinir avbjóðararnir hava tikð seg aftur, so hvørt sum Trump hevur vunnið eitt uppstillingarval fyri og annað eftir.

Dick Cheney var varaforseti hjá fyrrverandi republikanska forsetanum, George W. Bush, frá 2001 til 2009, og verjumálaráðharri hjá pápa hansara, George H.W. Bush, tá hann var forseti frá 1989 til 1993.