USA bumbar Bagdad

Amerikonsk og bretsk bumbuflogfør hava í kvøld - fríggjakvøldið - bumbað mál nærhendis irakska høvuðsstaðnum, Bagdad

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Collin Powel, váttar í kvøld, at USA og Bretland í dag hava bumbað mál nærhendis irakska høvuðsstaðnum, Bagdad.

Orsøkin til álopið skal vera at forða Irak at hava eftirlit við og møguliga skjóta eftir vesturlendskum flogførum, sum hava eftirlit við, at forboðið um irakska flogferðslu norðanfyri og sunnanfyri Bagdad verður hildið.

Colin Powel sigur við amerikonsku sjónvarpsstøðina, CNN, at USA við hesum álopinum livir upp til tær skyldur, sum landið hevur, sum limur í ST, og fyri at tryggja, at Irak heldur seg til tær reglur, sum heimssamfelagið ynskir.

Sambært amerikonsku sjónvarpsstøðini, góðkendi amerikanski forsetin, George W. Bush, álopið longu hósdagin.

Bretskir embætismenn hava váttað fyri útlendskum tíðindastovum, at bretland er við í álopinum.

Sambært irakskum fjølmiðlum hava 8 fólk, harav 3 børn, fingið skaða av álopunum seinnapartin í dag.