USA: Bretland skal ikki fara úr ES

Amerikanska stjórnin heitir nú staðiliga á bretar um at halda fram sum limir í Evropasamveldinum, tí sambært stjórnini fer tað at gera USA veikari, um Bretland fer burturúr.

-Vit hava eitt veksandi samskifti við ES, sum fær støðugt størri ávirkan í heiminum. Vit vilja hava eina klára bretska rødd í ES, sigur Philip H. Gorden, sum er varauttanríkisráðharri í evropeiskum viðurskiftum.

-Hetta er umráðandi fyri USA, tí ein bretsk rødd í ES hevur avgerand týdning fyri okkum, sigur hann.

Eygleiðarar í London siga, at hetta er fyrstu ferð, at eitt so týðandi umboð fyri Obama-stjórnina alment hevur mælt bretum frá at fara burtur úr ES. Aðrir amerikanskir diplomatar hava sagt tað sama, men ikki alment.

Spurningurin um bretska limaskapin í ES stendur ovarlaga í tí politiska kjakinum í London í hesum tíðum, serliga eftir at fleiri av floksfeløgunum hjá David Cameron, forsætisráðharra krevja nýggjar samráðingar við ES ella eina fólkaatkvøðu um limaskapin.