-Irakskir hermenn noyðast at standa uttandura í 48 tímar í bakandi sólskini, og reinførisviðurskiftini í teimum amerikansku fangalegunum í Irak eru vánalig. Skyldfólkini hjá teimum tiknu fáa heldur ikki at vita, at menninir eru tiknir, sigur talskvinnan hjá Amnesty International, Judit Arenas Licea.
Hon veit eisini at siga, at í síðsta mánað skutu amerikansku hermenninir ein iraka undir einum fongsulsuppreistri, men tá Amnesty International vildi sleppa at kanna tilburðin, søgdu amerikanararnir nei. Amnesty International hevur eisini biðið um at sleppa at kanna fleiri fongsul, men at amerikanararnir siga nei.
-Vit eru vónsvikin av, at amerikanararnir sýta irakum mannarættindi, serliga tá hugsað verður um, at júst tvørrandi mannarættindi í Irak vóru ein av orsøkunum til kríggið, sigur talskvinnan hjá AI.
Amerikansku hernaðarmyndugleikarnir í Irak hava ikki viljað gjørt nakra viðmerking til atfinningarnar hjá Amnesty International.










