USA boðar frá fleiri álopum í Miðeystri

USA ætlar at fremja fleiri álop ímóti houthiarunum og øðrum hernaðarligum bólkum í Miðeystri, segði amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan, við NBC News í dag.

Limir í einum shiamuslimskum hernaðarligum bólki í Iraka jarðaðu í dag nakrar av hermonnunum, sum vórðu dripnir í amerikanska álopinum fríggjadagin. Tað var fyrsta rundan, sigur amerikanskur talsmaður. - Foto: Hadi Mizban/Ritzau Scanpix

– Vit skulu fremja fleiri álop og gera meira fyri at senda greið boð um, at USA svarar aftur, tá okkara fólk verða dripin.

USA hevur síðani fríggjadagin lopið á mál í Sýria, Irak og Yemen, eftir at tríggir amerikanskir hermenn síðsta vikuskiftið vóru dripnir á eini amerikanskari støð í Jordan av iran stuðlaðum hernaðarbólki.

– Tað, sum hendi fríggjadagin, var byrjanin, segði Sullivan, sum ikki vil lýsa tað sum eitt »endaleyst« hernaðarligt átak.

/ritzau/Reuters