Uttanríkispolitikkurin hjá Barack Obama, forseta hevur gjørt, at USA hevur fingið betri viðurskifti við at kalla øll lond í heiminum síðani forsetaskiftið. Tað segði ein talsmaður hjá Obama í gjár.
Fyrrverandi forsetin George W. Bush bleiv fleiri ferðir skuldsettur fyri at hava oyðilagt viðurskiftini millum USA og fleiri lond.
Mótstøðumenn hjá Obama hava sagt, at hann hevur gjørt ov lítið fyri at bøta um viðurskiftini, men talsmaður forsetans, Robert Gibs, vísir hesi atfinningini aftur.
-Okkara uttanríkispolitikkur hevur gjørt, at vit hava fingið betri viðurskifti við lond um allan heim, segði Gibs í einari sjónvarpssamrøðu í gjár.
Ein kanning í 122 londum vísir, at virðingin fyri USA er nógv størri nú enn undan forsetaskiftinum. Serliga fransmenn, týskarar og bretar hava álit á Barack Obama.