USA avsannar skuldsetingar á Wikileaks-heimasíðuni um, at amerikanskir hermenn hava skotið sivilfólk og pínt fangar í Irak.
Sambært skjølum, sum Wikileaks hevur almannakunngjørt, hevur amerikanska herleiðslan roynt at dylja lagnuna hjá 15.000 sivilum irakum, sum doyðu í krígnum.
Harafturat verður sagt, at amerikanskir hermenn hava latið iraksku myndugleikunum fangar, hóast amerikanararnir vistu, at fangar blivu píndir í irskaku fongslunum.
-Hetta er ikki satt. Tað hevur altíð verið okkara politikkur, at amerikanskir hermenn skulu gera vart við tað, um teir varnast, at fangar verða píndir, sigur generalurin George Casey, sum var ovasti fyri teimum amerikonsku hermonnunum í Irak í trý ár.









