USA avdúkað stóra yvirgangsætlan

Myndugleikarnir í USA hava avdúkað eina ætlan um eina umfatandi yvirgangsatsókn á amerikanskari jørð. Tað sigur amerikanska løgmálaráðið.

Sum skilst hevði álopsætlanin sín uppruna í Iran, og millum annað skuldu yvirgangsmenninir beina fyri saudiarabiska sendiharranum í USA. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at yvirgangsmenninir skuldu eisini søkja at ísraelsku sendistovuni í USA.

Amerikanski løgmálaráðharrin, Eric Holder (myndin), sigur, at ætlanin hevur sín uppruna í Iran, og at hon eisini hevði fígging haðani. Hann sigur, at USA hevur kunnað stjórnirnar í fleiri londum um málið.

Amerikanska løgreglan hevur tikið ein mann í sambandi við avdúkingina, men ein annar gongur framvegis leysur.