Senatorurin John Edwards, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í USA næsta ár, sigur nú, at eitt av hansara málum sum forseti verður at avmarka ávirkanina hjá teimum stóru fyritøkunum. Herumframt ætlar hann søær at fremja fleiri broytingar í sjálvum leiðsluháttinum í Washington, sum hann tekur til. John Edwards var í statinum New Hampshire í gjár, og haðani skal hann til Iowa at halda veljarafundir, og eygleiðarar siga, at her fer hann at fáa hvassorðaðar atfinningar frá Hillary Clinton og Barrack Obama, ið eisini royna at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.