Sendistovan hjá USA í Irak heitir á amerikanskar borgarar um »alt fyri eitt at fara úr Irak« eftir deyðiligt álop á ein av leiðarunum í Iran, skrivar tíðindastovan AFP.
Qassem Soleimani og fleiri onnur doyðu í amerikanska dronuálopinum tíðliga í morgun við flogvøllinjum í Bagdad, skrivar tíðindastovan AFP.
Soleimani var leiðari av einum úrvalsstríðsliði innan iranska kollveltingarverjuliðið, og hann var av mongum mettur sum ein leiðari við stórari ávirkan og næsti maður eftir ayatolla Ali Khamenei.
Forsætisráðharrin í Irak, Adel Abdul Mahdi, fordømir álopið á iranska herleiðaran og sigur, at tað fer at føra til »eitt oyðandi kríggj í Irak«.
/ritzau/AFP