Fyrsta umfarð av US Open er nú avgreitt, og staðfestast kann, at tað gjørdust ikki tey heilt stóru óvæntaðu úrslitini.
Allir toppseedaðu leikarnir undantikið Diego Schwarzman vunnu sínar dystir, og yvirhøvur komu allir favorittarnir frá fyrsta umfari víðari.
Talan gjørdist kortini um fleiri spennandi dystir. Millum annað amerikanska uppgerðin millum John Isner og Steve Johnson vardi fimm sett, og ikki færri enn trý teirra máttu avgerðast við tie-breakara, áðrenn Johnson spældi seg víðari í annað umfar.
Amerikanski Jack Sock spældi eisini ein gysara móti Pablo Cuevas úr Uruguay. Sock, sum í 2019 fór av ATP styrkilistanum orsakað av vánaligum úrslitum, var í ferð við at gera eitt comeback, áðrenn koronukreppan breyt út. Sock megnaði eisini at vinna á Cuevas í tie-breakara í fimta setti.
US Open hesaferð er annars sterkt merkt av einum skerdum spælaralista. Fleiri av teimum fremstu á styrkilistanum hjá ATP hava meldað avboð orsakað av koronustøðuni, og av tí sama verður Novak Djokovic mettur sum absoluttur favorittur at vinna kappingina.
Djokovic vann eisini sín dyst við trimum settum móti Damir Dzumhur úr Bosnia.
Farið verður undir annað umfarð í morgin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##