Úrvalsvenjingin hjá HSF byrjar í august

Úrvalsvenjingin hjá HSF er komin í fasta legu. Fyrstu venjingarnar í nýggja

kappingarárinum verða longu í august og hildið verður fram líka til juni 2015.

Úrvalsvenjingin hjá HSF er komin í fasta legu. Fyrstu venjingarnar í nýggja kappingarárinum verða longu í august og hildið verður fram líka til juni 2015.

Íalt verða 10 mánaðarligar savningar. Tað er framvegis Flemming Oliver Jensen, sum er høvuðsvenjari, og saman við tveimum hjálparvenjarum í hvørjum aldursbólki, verða venjingarnar tilrættalagdar og úttøkurnar framdar.

 

-Vit hava aftur í ár valt at geva feløgunum møguleikan at senda teir leikarar, sum tey halda kunna vera við, og serliga eru tað teir leikarar, sum venjararnir ikki kenna so væl, sum eyguni verða vend ímóti, sigur HSF í tíðindaskrivi. 

 

Tað er ikki neyðugt hjá feløgunum at fráboða hvørjar leikarar tey senda, men allir leikarar skulu møta 15 min. undan venjingini.