Í september 2013 gjørdi HSF avtalu við Flemming Oliver Jensen um at standa fyri úrvalsvenjingum fyri U12, U14, D16 og G17 í kappingarárinum 2013/14.
Hendan avtalan er í dag longd, soleiðis at hon nú eisini er galdandi fyri kappingarárið 2014/15. Tað merkir, at úrvalsvenjingar eisini verða í mei og juni og síðani frá august til apríl 2015, boðar Hondbóltssambandið frá.
Í stuttum kann sigast, at úrvalsvenjing snýr seg um at geva teimum bestu leikarunum serliga góðar umstøður at menna seg í, og at skapa eitt gott grundarlag undir framtíðar landsliðsarbeiðinum hjá HSF.
Sum heitið sigur, so snýr tað seg eisini um at velja leikarar úr rúgvuni í ymisku aldursbólkunum. Hugt verður sjálvandi eftir viðføddu evnunum, men royndirnar vísa at tað er als ikki nokk. Neyðugt er við brennandi áhuga, nógvari venjing og ikki minst einum sterkum vilja at røkka høgum málum, stendur í skrivi frá Hondbóltssambandinum.
Nógvir leikarar hava verið við til tær 5 venjingarnar, sum higartil hava verið. Men samstundis hava leypandi útskiftingar verið, og soleiðis verður eisini framyvir. Miða verður í móti at hava uml. 25 leikarar við í hvørjum áldursbólki, har av 4 málverjar.
Arbeitt verður samstundis við at finna hóskandi avbjóðingar til ymisku aldurbólkarnar umframt vanligu venjingarnar. Tað kunnu bæði verða venjingarlegur, uppvísningsdystir, landsdystir, kappingar, uttanlandaferðir umframt annað. Meira verður at hoyra um tað seinni, skrivar Hondbóltssamband Føroya.










