Undirhúsið í tjóðartinginum í Uruguay samtykti í dag eitt uppskot, sum loyvir kvinnum at fáa fosturtøku tær fyrstu 12 vikurnar. Uruguay er tað fyrsta landið í Suðuramerika, sum loyvir fosturtøku.
Tað var stórur spenningur undan atkvøðugreiðsluni, og tað vísti seg, at 50 tinglimir atkvøddu fyri og 49 ímóti. Uppskotið skal eisini samtykkjast í yvirhúsinum, áðrenn tað kann setast í verk sum lóg.
Eins og í øðrum londum skal ríkisleiðarin staðfesta lógina, fyri at hon skal fáa gildi, og forsetin, Jose Mujica, hevur sagt, at hann fer at skriva undir lógaruppskotið, um báðar deildir í tinginum samtykkja tað. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av fólkinum tekur undir við uppskotinum.
Eitt líknandi uppskot um fosturtøku varð samtykt í tinginum í Uruguay í 2008, men táverandi forsetin, Tabare Vasquez, nýtti sýtingarrættin ímóti tí og vildi ikki staðfesta tað sum lóg.