Uruguay kærir Suarez dómin

(HM 2014) Fótbóltsambandið í Uruguay góðtekur ikki dómin frá FIFA

Flestu altjóða miðlarnir skriva í kvøld, at Uruguay hevur kært dómin hjá FIFA mótvegis Luis Suarez. Framherjin hjá Uruguay og Liverpool fekk fyrr í dag leikbann í níggju landsdystir og fýra mánaðar leikbann frá øllum fótbólti, umframt eina bót upp á áleið eina hálva millión krónur.

 

Les eisini: Risa leikbann til Suarez

 

Málið hevur vakt stóran ans í altjóða miðlum. Talan er um tað mest umfatandi leikbannið nakrantíð í HM samanhangi. Tó eru tíðindafólk, sum siga, at FIFA ikki hevur móttikið eina kæru – enn.

 

Les eisini: Her bítur Suarez

 

Væntandi verður kæran viðgjørd sum skjótast. Møøguliga fyriliggur eitt úrslit longu í morgin.