Løgreglan í Niðurlondum hevur tikið níggju fólk, sum eru skuldsett fyri at hava roynt at smugla 320 kilo av kokaini inn í landið.
Tollararnir í Rotterdam komu fram á kokaini, tá teir kannaðu stórar urtapottar, sum komu við skipi úr Costa Rica. Tað vísti seg, at kokainið lá fjalt niðri undir moldini í pottunum. Tollararnir og løgreglan samdust um at lata rúsevnið liggja í pottunum, men tá teir vórðu lætnir móttakarunum, herjaði løgreglan á, og níggju fólk vórðu tikin.
Niðurlendska løgreglan sigur, at smuglararnir høvdu fingið einar 120 milliónir krónur fyri rúsevnið.