Anleggsgartnarin Heðin Askham fer hetta kvøldið at tosa eitt sindur um tað at hava ein urtagarð.
Í fyrilestrinum fer hann eitt nú at tosa um, hvørjir fyrimunir eru við at hava urtagarð, og hvat skal til fyri at hava ein urtagarð. Eisini kemur hann inn á, hvat tilfar skal í urtagarðin, og røktina av honum.
Eftir fyrilesturin bjóðar bókasavnið kaffi og køkur, og høvi verður at seta spurningar.
Leggjast kann aftrat, at Klaksvíkar Bókasavn eigur nógvar bøkur um urtagarðsrøkt, og hesar vera somuleiðis at síggja hetta hóskvøldið.










