Urtagarðurin hjá Jarðarráðnum

Simme Arge Jacobsen, form. í Veiðifelagnum Byrsumúla

Viðmerking til grein í Sosialinum um Sandvíkir, hvar Elisabeth Eldevig, form. í Jarðarráðnum verður siterað.

Hon sigur, at Jarðarráðið hevur mist tolið við Tórshavnar kommunu, men vit hava langtsíðani mist tolið við Jarðarráðnum:

Hon sigur málið um vegin vera gamalt, men tað er ikki gamalt í jarðarráðshøpi, bert tvey ár.

Tað er neyvan av tilvild, at hon brúkar argumentini hjá Hanusi Vang um at tú fert inn í urtagarðinum hjá øðrum at velta, og so sendur hon politi eftir brotsmanninum. Hetta kenna vit aftur.

Lat okkum halda okkum til myndina við urtagarðinum: Tá ið Jarðarráðið selur eitt stykki mitt í urtagarðinum hjá sær, má tað eisini lata atgongd til stykkið, ella atkoyring, eftir teimum treytum, sum Landsverk og Matrikulstovan seta fyri at kunna frálesa stykkið.

Hetta er tvítungan hjá Jarðarráðnum: Alt er í lagi við at lata stykkið til kommununa, umframt tað, sum krevst til vegin. Men at kommunan uppfyllir sínar treytir og ger tann kravda vegin, tað er brotsverk, sum fútin skal steðga.

Men vit bíða í góðum toli, tí tað kann ikki bera til, at almennir stovnar kunnu brúkast til at gjøgnumknúska privat áhugamál.