Næsta mikukvøld - hin 9. mai klokkan 19.30 - heldur býargartnarin, Jóan Petur Berg, fyrilestur á Fuglafjarðar Bókasavni um urtagarðar og urtagarðsrøkt.
Hetta kvøldið hava fólk, sum koma at lýða á, møguleikan at fáa leiðbeining og góð ráð um, hvussu tey skulu gera og røkja urtagarðin.
- Kom og fá íblástur frá fakmanni og tak grannan við tær. Tiltakið, sum er alment, er eisini ókeypis, siga tey, sum skipa fyri í Fuglafirði.
Bókasavnið bjóðar drekkamunn, og høvi verður eisini at seta spurningar.
Fuglafjarðar Bókasavn eigur eisini nógvar bøkur um urtagarðsrøkt, sum kunnu lænast heim við.









