Úrslitini góð seinastu árini

Vaksandi avlop og betri rakstur eru lyklaorð, tá hugt verður eftir roknskaparliga úrslitinum hjá P/F Auto Servie. Bilasølan hevur í dag 14 prosent av marknaðinum av nýggjum bilum, ið verða seldir í Føroyum.

 

Úrslitið áðrenn skatt var 19 prosent betri í 2014, enn tað var í 2013. Hetta er status hjá bilasøluni Auto Service P/f, sum felagið RS47 P/f eigur. Tað er Reyni familjan, ið eigur íløgufelagið RS47, sum umframt bilasøluna Auto Service eisini eigur bilasøluna Reyni Service, sum selur Toyota í Føroyum.

 

Taka vit hesar báðar bilasølurnar, ið eru í sama samtaki, so vóru tær samanlagt størsti føroyski bilseljarin í 2014.

 

526 bilar seldu Auto Service og Reyni Service samanlagt, og hetta er 33 prosent av samlaðu føroysku bilasøluni. Tað vil siga at triðji hvør nýggi bilur á føroysku vegunum í 2014 var ein bilur frá samtakinum RS47.

 

Tá Waag & Co. seldu 25,8 prosent av nýggju bilunum merkir hetta, at tveir eigarar umboða 59 prosent av øllum seldum bilum í Føroyum, meðan hinir tríggir eigararnir umboða 41 prosent av seldum bilunum.

 

Keyptu Auto Service

Tað var við árslok 2005, at Reyni Service keypti Auto Service. Ognarparturin var seinni lagdur í móðirfelagið RS47, sum nu eigur báðar bilasølurnar.

 

Tað gekk væl fyrstu tvey árini í 2006 og 2007 við góðum úrslitum, men eins og fyri flestu bilasølurnar, so rakti kreppan, og árini 2008, 2009 og 2010 hevði bilasølan hall.

 

Í 2011 kom vend í, og síðan hevur felagið havt betri úrslit ár undan ári.

 

Í 2014 hevði Auto Service eitt avlop áðrenn skatt uppá 3,3 milljónir krónur móti 2,8 milljónir krónur í 2013.

 

Samanlagt hevur Auto Service havt eitt avlop eftir skatt seinastu trý árini uppá 7 milljónir krónur.

 

Óbroytt starvsfólkatal

Starvsfólkatalið hjá Auto Service hevur øll hesi seinastu árini ligið um 25 starvsfólk og haruppímóti.

 

Starvsfólkakostnaðurin var í 2014 9 milljónir krónur, sum var ein hálv milljón krónur meir enn í 2013. Hetta gevur eina meðal ársløn til tey 24 starvsfólkini upp á 376.000 krónur.

 

Rentuberandi skuldin hjá felagnum í dag er góðar 41 milljónir krónur, sum er 8,0 ferðir EBITDA.

 

Nissan selur best

Eins og hjá hinum bilasølunum, ið hava fleiri bilmerki at selja, so er tað serstakliga eitt bilmerki, ið togar størra helmingin av søluni inn.

 

Hjá Auto Service er tað bilmerkið Nissan, sum bilasølan seldi 131 av í 2014. Nissan stóð soleiðis fyri 58 prosent av seldu bilunum hjá Auto Service.

 

Nissan gjørdist sostatt tað bilmerki, sum fjórðflest bilar vóru seldir av í 2014, næst eftir Toyota, Citroen og Ford.

 

Harumframt seldi Auto Service 51 bilar av slagnum Peugeot og 42 av slagnum Opel.

 

Nýggjur stjóri

Stjóri á bilasøluni Auto Service er Pól Jákup Poulsen, sum tók við sum stjóri í felagnum í apríl 2013. Hann tók við eftir Árna Tór Rasmussen, sum tá fór í starv sum stjóri hjá íløgufelagnum Tjaldur. Árni hevur tó varðveitt sambandið við gamla arbeiðspláss sítt, har hann var stjóri hjá bæði Reyni Service og Auto Service, hann er í dag nevndarformaður í bæði Reyni Service og Auto Service umframt at hann eisini er nevndarformaður í ognarfelagnum RS47, sum eigur báðar bilasølunar.

 

Ein av marknaðarfyrimununum hjá Auto Service er Gullpakkin, ið er avtala, ið bilkeypari ger við bilasøluna, har bileigarin við at keypa Gullpakkan sleppur undan øllum útreiðslum av bilinum fyrstu trý árini, ella til bilurin hevur koyrt 90.000 km.

 

Hetta umfatar at skifta olju, perur, viskarabløð o.a., arbeiðsløn av hesum og annars annað viðlíkahald av bilinum tey fyrstu trý árini.

 

_____________________________________________
Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg