Úrslitið lækkaði 84%

Manchester United hevur boðað frá einum falli í úrslitinum, hóast met umsetning fyri árið.

Manchester United hevur boðað frá einum falli í úrslitinum, hóast met umsetning fyri árið.

 

Felagið sigur, at úrslitið er minkað 84% fyri árið fram til 30. juni, úr 1314 milliónum niður í 214 milliónir krónur.

 

Manchester United sigur, at úrslitið fyri 2013 varð ávirkað av einum skatta kreditti á 1397 milliónir krónur, sum felagið fekk frá amerikansku myndugleikunum. Var hetta ikki hent, hevði felagið havt eitt hall á 79 milliónir krónur.

 

Felagið sigur annars, at umsetningurin vaks 19%, úr 3269 milliónum krónum upp í 3899 milliónir krónur.

 

Manchester United roknar við, at umsetningurin fer at falla til millum 3465 og 3555 milliónir krónur av tí, at felagið  ikki luttekur í europeisku kappingini fyri fyrstu ferð í 20 ár.

 

Og so vísir roknskapurin eisini, at koyrdi David Moyes kostaði Manchester United 48 milliónir krónur.