Tað var Uros Stojanov hjá 07 Vestur, ið fekk heiðurin at skora fyrsta málið í Betrideildini í 2023.
Tá 84 minuttir vóru farnir av dystinum millum 07 Vestur og ÍF á Dungasandi í Sørvági fekk Uros eina góða sending frá Jasper van der Heyden, sum serbin hegnisliga stútaði í málið til 1-0 til 07 Vestur, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
07 Vestur kom til væl fleiri málmøguleikar enn ÍF. Hagtølini hjá dystir.fo siga eisini 4-1 til 07 Vestur tá talan var um royndir innanfyri málstengurnar. ÍF megnaði heldur ikki veruliga at leggja trýst á 07 Vestur aftaná 07 Vestur var komið framum 1-0. Alt í alt ein uppiborin sigur til heimaliðið, og tað var eisini staðfest í dystarfrásøgnini hjá FM1.
07 Vestur-ÍF 1-0 (0-0)
1-0 Uros Stojanov (84.)
Í morgin sær skráin soleiðis út. Allir dystirnir byrja klokkan 15:
Víkingur - B36 (FM1 sigur frá dystinum)
HB - B68
EB/Streymur - AB
KÍ - TB