Ársins fyrsti landskappingardystur í bestu deildini er hálvrunnin. Tað er í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur og ÍF spæla í fínum várveðri.
Støðan er 1-0 til ÍF. Málskjútti, tá ið tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki var Uros Stojanov. Í fjør var hann saman við Klæminti A. Olsen toppskjútti, og ungarski málslúkurin hevur aftur í ár lagt bragdliga fyri.
Karl Løkin legði fríspark úr høgru og í handara síðu, har ein av nýggju ÍF spælarunum, Steinbjørn Olsen, við høvdinum sendi bóltin inn fyri aftur málið, og har var Uros Stojanov á rætta staðnum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið.
Higartil hevur talan verið um javna uppgerð, og tað hava verið spentar støður í báðum endum.











