Uros gjørdi av við ÍF

Løgmanssteypið: 18 ára føðingardagsbarn skoraði, tá ið 07 Vestur við 2-0 sigri í Fuglafirði spældi seg víðari í steypakappingini

Tá ið serbiski Uros Stojanov í 2020 fyrstu ferð vísti sínar dygdir í føroyskum fótbólti, var tað í reyðu ÍF troyggjuni. Hann 24 mál í landskappingini fyri ÍF í hálvtannað ár, áðrenn hann flutti til Havnar og B36 og síðani á sumri í 2022 til Skála.

 

Í ár er Uros Stojanov í 07 Bestur álopinum. Seinnapartin vitjaðu 07 Vestur og Uros Stojanov í Fløtugerði í Fuglafirði, og har átti Uros beinanvegin avgerandi leiklut. Hann legði 07 Vestur á odda, tá ið ein góður minuttur var farin, og síðani gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, sum í tíðini, dómarin legði aftrat, staðfestu 2-0 sigurin og atgongumerkið til fjórðingsfinaluna í steypakappingini.

 

Tá var tað innskifti Jón í Horni Nielsen, sum eftir innlegg úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin ímóti málinum. Ein av heimamonnunum royndi at blokera, og bólturin skifti kós og sigldi í netið. Hetta var vorðin sum føðingardagsgáva hjá Jón í Horni Nielsen, sum í dag hevur 18 ára føðingardag, og sum ongantíð áður hevur skorað mál fyri besta liðið hjá 07 Vestur

 

Tá ið Uros Stojanov setti hol á, var talan um lítið sannførandi verjuspæl. ÍF átti innkast aftarlaga í høgru, men bólturin varð spældur til vágamenn, og so var galið, tá ið Uros sneiddi seg leysan og av brotsteigarmarkinum í vinstru sendi bóltin flatt og dygst inn við nærru stólparótini.

 

Liðfelagarnir stórfegnaðust, meðan Uros helt lágan profil í virðing fyri fuglfirðingum, sum hann eigur góð minni saman v ið.

 

ÍF var nógv í álopsstøðu, og ÍF vann 10 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann eitt hornaspark. ÍF vann seg í nógvar góðar støður, og fuglfirðingar vunnu seg til fleiri stórar málmøguleikar. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Bæði tí Ari í Haraldstovu Petersen var sannur brandur millum stólparnar og tí tað gekk av álvara bilaði við ÍF máltevinum.

 

 

 

ÍF – 07 Vestur 0-2 (0-1)

 

0-1: Uros Stojanov

 

0-2: Jón í Horni Nielsen