Klokkan 20 var fyrsta bríksl í grannauppgerðini í Gundadali. Tað er ikki á ovara vølli, sum tað annars varð upplýst, at tað verður spælt. Grannauppgerðin er á Tórsvølli.
Merkisvert er tað, at maðurin, sum er ætlaður at skjóta flest mál fyri B36 í ár, ikki er á vøllinum. Uros Stojanov situr á beinkinum. Fremsti maður hjá B36 frá dystarbyrjan er Michal Przybylski. Merkisvert er tað eisini, at sentrali B36 miðvallarin Magnus Holm Jacobsen ikki er á listanum í kvøld.
HB er í stinnastu útgávu. Merkisvert er tað, at Ári Mohr Jónsson, sum er úttikin at vera við, tá ið landsliðið fer suður til Spania á venjingarlegu og at spæla tveir landsdystir, ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hann er ikki enn í fullgóðari venjing og er á HB beinkinum frá dystarbyrjan. Millum teir á HB beinkinum er eisini nýggi spælarin Hanus Sørensen, sum HB hevur leigað frá Middelfart.
Eftir eitt korter er tað framvegis málleyst.
HB – B36 kl. 19.00
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Gustav Kjeldsen, Daniel Johansen – Heðin Hansen – Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lars Høholt, Sonni Ragnar Nattestad,Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Ragnar Samuelsen – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Michal Przybylski