Klaksvík: Hann hevur selt og umvælt brillur, ur og klokkur fyri fólk í 50 ár, og hann er framvegis til arbeiðis í handlinum, sum hann byrjaði í 1951.
Leivur Ellingsgaard er væl kent navn í Klaksvík, og í dag hevur hann móttøku í Skálanum í sambandi við 50 ára dagin.
? Eg ætli mær at arbeiða minni nú, men eg kann lata upp fyri tey um morgnarnar. Ein handil, sum ikki hevur latið upp klokkan 9, kann akkurát tað sama stongja, sigur Leivur Ellingsgaard, sum dámar væl at fara tíðliga til arbeiðis.
Sum 14 ára gamal fór Leivur í læru hjá Niels L. Arge í Havn, og í 1948 fór hann niður á urmakaraskúla.
Í 1951 fór hann undir sítt egnað virkið í Klaksvík, og hetta virkið hevur hann havt øll árini síðani. Nú hava børnini hjá honum ? Randi og Finn ? tikið meiri við, og ein abbadóttir er eisini í læru sum optikari.
Leivur Ellingsgaard hevur móttøku í Skálanum frá klokkan 17.00 til 19.00, og í dagens andledning verður handilin stongdur klokkan 16.00.