Urkreftirnar skulu bera okkum til sigurs

Vit fingu orðið á Unn Kragesteen hjá Neistanum og Báru Skaale Klakstein hjá Stjørnuni, um vónir teirra til FM-finalurnar, ið liggja fyri framman

Unn Kragesteen


Er tú samd við mær í, at Stjørnan má vera at meta sum favorittar?

- Ja Stjørnan eru stórfavorittar, og tær koma óivað sum eitt óløgið móti okkum í kvøld, men vit mugu menna okkum upp og standa ímóti.


Hvat skulu tit gera rætt, skulu tit gera tykkum nakrar vónir um at koppa suverena oddaliðnum?

- Nú eru liðini nullstillaði, og alt kann henda. Men vit skulu leggja dent á at fáa okkara sermerkta spæl at flóta til fulnar, og annars finna urkreftirnar í okkum fram. Gera vit ikki tað, so verður tað ein sera tung mótbrekka.


Hvussu ber tað til, at Stjørnan hevur so gott tak á tykkum í inniverandi kappingarári?

- Okkara spæli stílur passar kanska sera væl til tann hjá klaksvíkskvinnum. Vit spæla kvikan hondbólt við nógvum álopum, og tað gevur vanliga Stjørnuni á leið 60 avslutningar pr. dyst, og tá tær eru so effektivar, ja so er sjón fyri søgn, hvussu tað kann enda. Men vit broyta onki, uttan at vit sjálvar ætla okkum at vera effektivar, og sjálvandi steðga mótstøðuliðnum.


Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og øðrum viðvíkur?

- Hópurin er fullmannaður, og Elin Stakksund er komin heim, aftaná at hava verið uttanlands eitt skifti. So vit eru klárar til finalurnar móti Stjørnuni. Hóast mótstøðan kann tykjast ræðandi til tíðir, so ætla vit okkum avgjørt ikki at bakka, sigur Unn Kragesteen, ein av álitunum á Neistaliðnum.